Golfsamband Føroya fer nú undir tilgongdina at taka út ein hóp (upp til fýra menn og fýra kvinnur) at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Orknoyggjum í døgunum 12. til 18. juli 2025.
Vit fara at heita á teir íðkarar, sum eru sinnaðir at kappast um at koma við á oyggjaleikaliðið, um at boða formanninum í Golfsambandinum, Inga Samuelsen, frá á teldupostinum ingisam@gmail.com. Vinarliga boðið frá luttøku skjótast gjørligt og innan 25. juni.
Treytirnar fyri at kunna umboða Føroyar á oyggjaleikum er, at íðkarin er føddur í Føroyum, ella hevur verið búsitandi í Føroyum í minst 12 mánaðir undan oyggjaleikunum. Fyri at vera við til úttøkukappingina verður eisini sett sum treyt, at spælarin hevur max. 28 í handicap, og er limur í góðkendum golffelag, og harvið hevur galdandi handicap-prógv.
Úttøkan av oyggjaleikaliðinum verður gjørd av nevnd golfsambandsins við støði í trimum kappingum á Glyvursnesi í summar. Talan er um hesar kappingar: Hilton Garden Inn Open 29. og 30. juni, Føroya Banki Open 27. juli og felagsmeistarakappingina hjá Tórshavnar Golffelag 24. og 25. august. Fyri at koma upp á tal til oyggjaleikaliðið, skal íðkari hava luttikið í minst tveimum av hesum kappingum. Til tess at hava samanberingargrundarlag er neyðugt, at spælt verður í tveir dagar hvørja ferð. Tí verður skipað fyri eini eyka úttøkurundu har talan bert er um eina dagskapping (Føroya Banki Open).
Nevndin í golfsambandinum tilskilar sær rætt til at gera frávik frá hesum krøvum í heilt serligum førum. Nevndin strembar eisini eftir at kunna hava úttøkuna klára skjótast gjørligt eftir at seinasta úttøkukappingin er hildin.
Henda innbjóðing er sjálvandi eisini galdandi fyri kvinnur. Tað hevur higartil ikki verið kapping millum føroyskar kvinnur um at koma til oyggjaleikaleikakappingarnar í golfi. Til seinastu nógvu oyggjaleikirnar hava vit bert verið umboðað av einari kvinnu, og hava sostatt ikki kunnað tikið lut í liðkappingini. Eru tit vitandi um golfspælandi kvinnur, sum kundu komið upp á tal at umboða Føroyar á oyggjaleikum, eru tit hjartaliga vælkomin at bera hesi boðini víðari.
vinarliga
Golfsamband Føroya, nevndin
Ingi Samuelsen – Bárður Højgaard – Bjarne Jørgensen
© All Rights Reserved Mictech