Tórshavnar

golffelag

golf@golf.fo
+298 294040
Send okkum eini boð
Hvat kostar tað? (Greenfee)

Kostnaðurin fyri eina rundu av golf (18 hol) er 100.kr fyri hvønn spælara

Hvar kann eg gjalda?

Gjaldast kann í húsinum hjá felagnum ella til ein lim í er á beytini.

Hvat kostar eitt limagjald?

Kostnaðir yvir limagjald kunnu síggjast her – Limaskapur

Skal eg bíleggja tíð?

Tað er ikki neyðugt at bíleggja tee-off tíð fyri bólkar færri enn 4 fólk.

Skulu bólkar bíleggja tíð?

Bólkar á fleiri enn 4 fólk skulu bíleggja tíð við at ringja til 294040 ella við at venda sær til ein nevndarlim.

Kann eg leiga golfsett?

Tórshavnar Golffelag hevur fleiri golfsett í kunnu leigast. Kostnaðurin fyri leigu av:

  • Golfsettið og driving range 175,-kr.
  • Golfsettið og 18 hol 195,-kr.
  • Driving range bóltar 60,-kr.
Er breytin altíð opin?

Breytin á Glyvursnesi er altíð opin.

Skal eg hava eitt HCP fyri at spæla?

Tað er ikki neyðugt at hava eitt gildugt Hcp fyri at royna golf. Skal ein verða við í kappingum, skal ein tó hava eitt Hcp. Eitt gildugt Hcp kann fáast við at gerast limur í Tórshavnar Golffelag.

Hvussu nógv hol hevur golfbreytin?

Golfbreytin á glyvursnesið hevur 9 hol í verandi líki. Nýggja breytin kemur at hava 18 hol.

Hevur felagið ein venjara?

Nýbyrjarar kunnu seta seg í samband við Rógva Mikkelsen á tlf 294040. Pro venjari ùr Danmark kemur til Føroya árliga.

Stað
Send mær tíðindabræv