Prix | PRIX-kappingar: Samlað kapping um “ársins golfara” við góðum vinningi . Øll luttakandi fáa stig í hvørjari PRIX-kapping, aftasti 100, næsti 200 o.s.fr. Fleiri luttakarar merkir fleiri stig til vinnara. Í Ársenda- og Dunnu-kappinguni verða 500 eyka stig latin til nr. 1, 300 til nr. 2 og 100 til nr. 3. Í holspæli verða 100 stig fyri tilmelding, síðan 300 stig fyri hvørt vunnið umfar. |
Luttøka | Minst 6 leikarar skulu vera í hvørjum bólki, áðrenn møguligt sundurbýti fer fram millum M/K og/ella RT/GT |
RT | Harrar yvir 70 ár, ið flyta á reyða tee, lækka hcp við 9 sløgum, og leika síðan á reyðari tee framyvir. |
9 Hol | Bert møguligt í Stableford fyri luttakarar yvir 70 ár. Tey ið leika 9 hol, fáa 14 stig fyri seinnu 9 holini. |
Bólk | Í Stableford kappingum kunnu øll leika í sama bólki, M/K/J/P – 18 ella 9 hol |
Hcp. | Allar kappingar eru hcp-regulerandi tá tað er møguligt. |
Javnt | Um ikki annað verður lýst fyri hvørja einstaka kapping, so vinnur lægra HCP í Stableford og hægra HCP í Slagspæli. Verður leikt uttan HCP, verður hildið fram á holi 1 og 7 til vinnari er funnin. |