Seinasta vikuskifti varð Tinganes-kappingin leikt á vøllinum á Glyvursnesi. Kappingin er skipað sum ein slagkapping við ½ handikappi. 18 tey bestu holini telja. Tó er tað eitt krav, at leygardagin skulu øll 18 holini spælast. Sunnudagin kann okkurt hol leypsat um, um leikarin er nøgdur við úrslitið leygardagin. Frá samlaåu skoruni vverður ½ handikappi drigið frá. Tað ræður so um at hava so lága nettuskoru sum til ber.
Kappingarnevndin hevur avgjørt, at tað eru tvær kappingar, tvs. Ein fyri tey í ganga 18 hol og ein fyri tey í ganga 9 hol.
Eisini er avgjørt, at tað eru tvær PRIX-kappingar. Altso ein fyri tey í spæla 18 hol og ein fyri tey í spæla 9 hol.
Av tí at leikarar hava sama handikapp og sostatt ikki kann avgera støðuna, samtykti kappingarnevndin, at um tað var javnt, eru tað sløgini leygardagin, sum eru avgerandi.
Ùrstlitini av kappingunum gjørdust hesi :
Vinnarar 18 hol | |
---|---|
1. Òli Edward Olsen | 76.70 |
2. Òskar Eiriksson | 76.70 |
3. Palli Hendriksen | 78.75 |
Vinnarar 9 hol | |
---|---|
1. Janus Norðberg | 42.50 |
2. Sune Rasmussen | 42.50 |
3. Símun Mittún | 44.95 |
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku.
© All Rights Reserved Mictech