Tinganes-kapping 2024

Í vikuskiftinum hevur árliga Tinganes-kappingin verið leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Tað varð leikt bæði 9 hol (leikarar oman fyri 70 ár) og 18 hol. Kappingin verður leikt í tveimum umførum yvir 2 dagar, og betra úrsliti á hvørjum holi verður samantalt og ½ handikap frátrekt til endaliga úrsliti (netto skora).

Úrslitini fyri báðar kappingarnar vóru hesi:

Vinnarar 18 hol
1.pláss Palli Henriksen 74,85
2.pláss Rógvi Mikkelsen 75,35
3.pláss Líggjas Jógvansson 75,50
3.pláss Oskar Eiriksson 75,50

 

Vinnarar 9 hol
1.pláss Símun Mittún 36,65
2.pláss Óli Jacobsen 37,95
3.pláss Kaj Antoniussen 41,50

Til lukku við úrslitunum!

Tað sum stendur fyri framman er, at holspælið byrjar tann 27. apríl, og skal verða liðugt leikt tann 14. mai. Annars verður skipað fyri eini kapping leygardagin 4. mai.

Stuðlar
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Stuðlar