Texas Scramble-kappingin varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi leygardagin tann 16. september.
Kappingin verður skipað við tveimum leikarum á hvørjum liði. Báðir leikarar sláa út, og síðan velur liðið tann bóltin, ið stategiskt liggur betur, at leika víðari við. Báðir leikararnir sláa so sítt annað slag frá hesum staði. Soleiðis verður hildið fram til annar bólturin er í holinum, og verður hetta úrslitið hjá liðnum á viðkomandi holi. Avmarkingarnar eru tó, at fyrsta slag skal veljast minst 6 ferðir hjá hvørjum leikara á liðinum, og er annar bólturin uttanfyri farveg, skal bólturin á farvegi veljast. Eru báðir bóltanir hjá liðinum uttanfyri, so skulu báðir sláast sum teir liggja, ella flytast við vanligari sekt. Hetta gevur kappingini eina strategiska skrúvu í mun til tær vanligu kappingarnar.
Kappingin er slagspæl-kapping frádrigið handikapp hjá tí leikara á liðinum, ið hevur lægst handikapp.
Liðið við Palla Henriksen og Óla Edvardi Olsen vunnu kappingina við 58,5 sløgum netto, meðan liðið við Óskari Eiriksson og Finn Larsen brúktu 62 sløg netto.
Vinnararnir gjørdust:
Vinnarir av Texas Scramble | ||
---|---|---|
1. pláss | Palli Henriksen og Óli Edvard Olsen | 58,5 sløg netto |
2. pláss | Óskar Eiriksson og Finn Larsen | 62 sløg netto |
Til lukku til fýra!
Seinasta kappingin í hesum golfárinum, sum er dunnukappingin, verður komandi leygardag. Vónandi verða fleiri golfleikarar við til hesa kappingina.
© All Rights Reserved Mictech