Søgan

Felagið í dag

Í dag eru umleið 150 limir í Tórshavnar Golfklubba, og áhugin fyri hesi ítróttagrein er so stórur her í Føroyum, at vit væntandi verða eini 500 – 600 limir, tá nýggja breytin er veruleiki. Tórshavnar býráð, við Heðini á odda, hevur játtað pening til hesa verkætlan, sum væntandi fer av bakkastokki í nærmastu framtíð.

Sjónarhornið

Umframt at vera til gleði fyri limirnar og føroyingar sum heild, er nýggja breytin eisini við til at gera Føroyar meira áhugaverdar sum ferðamannaland, tí tað er ein sannroynd, at golfítróttin er skjótast veksandi ítróttagreinin í heiminum.

9th green at faroese golf club

Søgan í stuttum

Tórshavnar Golfklubbi varð stovnaður 3.juli 1989, og er annað av tveimum golffeløgum í Føroyum í dag. Fyrstu árini varð spælt uppi á Vatnaskarðum, har avtalað varð við bóndan um at golfáhugað kundu spæla vetrarhálvuna. Í knapt 16 ár varð spælt uppi á Vatnaskarðum og mentist felagið nógv hesi árini. Áhugin fyri golf var alsamt vaksandi, og hetta sást týðiliga aftur á limatalinum. Í takt við at felagið vaks, gjørdust umstøðurnar á Vatnaskarðum ótíðarhóskandi, og tískil varð farið undir arbeiði at útvega nýtt øki, har umstøður fyri bæði breyt og felagshúsið vóru til staðar. Hetta arbeiðið kom undir land í 2005, tá felagið fekk avtalu í lag, um at brúka økið úti á Glyvursnesi sum golfbreyt.

Felagið húsast enn úti á Glyvursnesi, og er tað her framtíð felagsins verður snikkað. Enn er bert spælandi á 9 holum, men um stutta tíð verður farið undir at byggja eina 18 hols golfbreyt á hesum øki. Henda breyt kemur at lúka øll altjóða krøv.