Lima- og Aðalfundur

Bjóðað verður til limafund og aðalfund í Tórshavnar Golffelagi Fríggjadagin 15. mars 2024 kl. 17 á Hilton Garden Inn, Staravegur 13. Eftir aðalfundin verður ábit.

Aftur í ár hevur nevndin valt at skipa aðalfundin saman við einum limafundi.

Skipanin við Golfbox er um at vera klár, og á limafundinum er ætlanin at gjøgnumganga hesa skipanina og vísa á teir hentleikar hon hevur, og hvussu hon kemur at broyta mannagongdir serliga viðvíkjandi kunning, tilmelding, rindan av luttøkugjaldi o.a. í sambandi við kappingar.

Eisini kemur umboð frá Tórshavnar kommunu at greiða okkum frá hvussu tað gongur við nýggju golfvallarætlanini á Glyvursnesi. Nýggjastu tekningarnar verða at síggja.

Eftir limafundin verður aðalfundur, sí skránna herundir.

Nevndin vónar, at nógvir limir møta til bæði lima- og aðalfundin, so vit eru so nógv, sum gjørligt til at umrøða tey spennandi átøkini, ið standa fyri framman.

Tá aðalfundurin er liðugur bjóðar felagið saman við sponsorum ein góðan bita. Møguleiki verður at keypa vín ella annað at drekka aftur við matinum.

Meldið vinaliga til lima- og aðalfund á rogvim@gmail.com, í seinasta lagið týsdagin 12. mars á midnátt, og sig í sama telduposti frá, um tit ætla at luttaka í hugnanum eftir aðalfundin.

Skrá fyri limafundin:

1. Vælkomin – gjøgnumgongd av skránni

2. Golfvallaætlanin – umboð frá Tórshavnar kommunu greiðir frá

3. Fjósið/felagshúsið – nevndin

4. Golfbox – møguleikar og hentleikar. Formaðurin greiðir frá

5. Leikskrá og viðlíkahaldsætlan – nevndin

AÐALFUNDUR

Aðalfundurin verður hildin við hesi skrá, sbr. § 5 í viðtøkum felagsins:

1. Fundarstjóri verður valdur.

2. Frágreiðing um virki felagsins farna árið.

3. Framløga av grannskoðaðumársroknskapi til góðkenningar.

4. Framløga av uppskoti til fíggjarætlan og ásetan av limagjaldi.

5. Uppskotfrá nevndini.

6. Uppskot frá limunum.

7. Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum (Bjarne Jørgensen og Ingi Samuelsen standa fyri vali. Harumframt skal ein nevndarlimur veljast fyri eitt ár í staðin fyri Hans Paula Henriksen, sum er farin úr nevndini. Líggjas Jógvansson, ið varð valdur tiltakslimur á seinasta aðalfundi, hevur røkt hendan sessin tað mesta av hesum seinasta árinum. Teir taka allir tríggir við afturvali).

8. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara.

9. Ymiskt.

Viðfesta myndin er kappingarkskráin fyri 2024 (Fyrivarni má takast fyri at Føroyaleikirkappinigin verður broytt, tí Føroyaleikir er avlýst í ár. Aðrar smávegis broytingar kunnu koma í skránna)

Okkara stuðul
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Okkara stuðul