Holspæl kappingin, eisini kallað Match Play, er kapping, har einstaklingar møtast í dysti. Hvør spælari telur síni sløg á einstaka holinum, og tann, ið hevur fægst sløg vinnur holið. Tann, ið hevur vunnið flest hol eftir eina rundu (18 hol), vinnur matchina og fer víðari til næstu rundu.
Holspæl kappingin byrjaði tann 21. apríl, har 8 leikarar høvdu teknað seg. Sostatt skuldu finalistarnir hvør í sinum lagi basa tveimum leikarum fyri at røkka finaluni.
Tá samanum kom, møttust Rógvi Mikkelsen og Oskar Eiriksson í finaluni. Á holi 15 var støðan 9-6 til Oskar, og tískil skuldi hann bara vinna eittans hol meira fyri at fáa sigurin í hús. Oskar lat ikki bíða eftir sær og tryggjaði sær sigurin longu á næsta holi (hol 16) og vann sostatt 10-6 á Rógva Mikkelsen. Samstundis legði Oskar seg á odda í samlaðu Prix kappingini fyri árið.
Tórshavnar Golffelag ynskir Oskari hjartaliga til lukku við úrslitinum.
© All Rights Reserved Mictech