The course is currently closed for non-members

Hilton Garden Inn Open – úrslit

Í vikuskiftinum varð skipað fyri Hilton Garden Inn Open – golfkappingini ið varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi. Leikt var bæði leygardagin og sunnudagin.

Kappingin varð skipað sum ein stablefordkapping við 75% av handikappinum. Golfsamband Føroya hevur avgjørt, at henda kappingin er ein av úttøkukapping-unum til oyggjaleikirnar á Orknoyggjum í 2025. Fyri teir leikararnar, sum hava teknað seg til úttøkukappingarnar, var kappingin í vikuskiftinum eisini ein vanlig slagkapping, sum merkir, at man skal brúka so fá sløg sum til ber til tey 36 holini.

Vinnararnir ið leiktu 18 hol:

Vinnarar 18 hol
1.pláss Palli Henrikssen 61 stig
2.pláss Bjarne Jørgensen 61 stig
3.pláss Óskar Eiriksson 60 stig

Vinnararnir ið leiktu 9 hol

Vinnarar 9 hol
1.pláss Janus Norðberg 36 stig
2.pláss Páll kjærbo 26 stig
3.pláss Kaj Antoniussen 20 stig

Eisini varð kappast um at vera næstir holunum á hol 2/11 og 5/14 báðar dagarnar.

Hesir vóru næstir:

Leygardagin:

Næst holinum vinnarar
Hol 2/11 Emil Jakobsen 2,07 m
Hol 5/14 Palli Henriksen 2,45 m

Sunnudagin:

Næst holinum vinnarar
Hol 2/11 Rógvi Mikkelsen 0,36 m
Hol 5/14 Janus Norðberg 0,80 m

Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Føroya Banki Open, sum verður tann 27. juli.  Henda kappingini er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjunum. Sum skilst er ætlanin at hesir leikararnir eisini leika fríggjakvøldið tann 26. juli.

Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku og takka Hilton Garden Inn fyri stuðulin!

Kappingin er stuðlað av Hilton Garden Inn
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Kappingin er stuðlað av Hilton Garden Inn