The course is currently closed for non-members

Í vikuskiftinm 29. og 30. juni verður kappingin Hilton Garden Inn Open leikt á golfvølliunum á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum ein stablefordkapping við 75% av handikappinum. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 5/14.

Tey ið spæla 18 hol byrja kl. 9:00, meðan tey ið spæla 9 hol byrja kl. 10:30.

Hilton Garden Inn stuðlar kappingini og letur vinnarunum góðar vinningar.

Kappingin er ein opin kapping sum merkir, at allir golfleikarar við einum handikappi í mesta lagi upp á 54,0 kunnu luttaka í kappingini, hóast teir ikki eru limir í Tórshavnar Golffelag.

Golfsamband Føroya hevur avgjørt, at kappingin Hilton Garden Inn Open er ein av  úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum í 2025.

Dystargjaldið, ið er kr. 100,00, skal flytast á kontu 6460-421.464.3 ella á kontu

9181-162.074.8. Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni áðrenn kappingin byrjar.

 

Tilmeldast kann á Golfbox, hjá Haraldi á fartelefon 512141 ella hjá Óla Edvardi á fartelafon 255566 í seinasta lagi fríggjadagin 28. juni kl. 19.00.

Hilton Garden Inn stuðlar kappingini
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Hilton Garden Inn stuðlar kappingini