Hóast tað var nógvur vindur í dag, varð Føroya Banki Open leikt á golfvøllinum á Glyvurnesi og tíbetur gingu tey flestu alini ikki á nesið.
Kappingin var skipað sum ein Stableford-kapping, ið merkir, at spælararnir fáa stig í mun til teirra handikapp. Ti er vinnarin ikki altíð tann spælari, ið brúkar fægst sløg, men tann, ið klárar seg best í mun til sítt handikapp.
Kappingin var býtt upp í tvær stablefordkappingar. Ein fyri seniorar, sum spældu 9 hol og so tann vanliga, sum varð spæld á fullum vølli við 18 holum.
Eisini varð kappast um at ligga næst holinum á teimum báðum par 3 holunum, sum eru á vøllinum.
Hóast tað var ein stablefordkapping, var eisini kappast um at brúka fægst sløg til 18 hol.
Fyri at fáa spælararnar at hjálpa hvørjum øðrum, var hvør bólkur eisini eitt lið, sum kappaðust í eini liðkapping.
Stjórin á Føroya Banka – Turið Finnbogadóttir Arge – handaði vinnarunum vinningar, umframt at geva øllum luttakarunum eini eskju av Føroya Banka bóltum.
Úrslitini vóru hesi:
Næst holinum á 2/11 Graham Stewart
Næst holinum á 5/14 Wentzel Kamban
Á vinnandi liðnum, sum hevði 30 stig í meðal, vóru:
Páll Kjærbæk
Julius Johannesen
Óli Jacobsen
Spælarin, sum brúkti fægst sløg:
Wentzel Kamban við 91 sløgum.
Í stablefordkappingini yvir 9 holum var úrslitið hetta:
Vinnarar 9 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Julius Johannesen | 32 stig |
2.pláss | Janus Norðberg | 31 stig |
3.pláss | Suni Rasmussen | 31 stig |
Í stablefordkappingini yvir 18 holum var úrslitið hetta:
Vinnarar 18 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Líggjas Jógvansson | 31 stig |
2.pláss | Palli Henriksen | 31 stig |
3.pláss | Bjarne Jørgensen | 31 stig |
Sum tað sæst vóru kappingarnar sera javnar.
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku og takka Føroya Banka fyri stuðulin.
© All Rights Reserved Mictech