Leygardagin tann 27. juli 2024 kl. 9:00 verður skipað fyri Føroya Banka-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.
Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, ið samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi. Leikt verða 18 hol, tó kunnu leikarar, ið eru yvir 70 ár, leika 9 hol. Vinningar verða latnir trimum teimum bestu, ið hava flest stig í báðum kappingunum – eftir 18 holum og eftir 9 holum, tó treytað av at í minsta lagi 6 luttakarar tekna seg til hvørja kappingina. Hóast kappingin er skipað sum ein stableford-kapping, verður vinningur eisini latin tí leikaranum, sum brúkar fægst sløg til 18 hol.
Føroya Banki stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við Føroya Banka-bóltum. Harafturat letur Føroya Banki vinnarunum góðar vinningar.
Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.
Umboð fyri Føroya Banka letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.
Føroya Banki ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið, tá spælt verður.
Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa á, at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.
Tey, ið hava áhuga at luttaka, kunnu tekna seg á golfbox, senda eini SMS-boð til 554713 ella teldupost til: jamonsson@gmail.com í seinasta lagi hóskvøldið tann 25. juli kl. 18:00.
Kappingargjaldið, ið er kr. 100,00, skal flytast á kontu 6460-421.464.3 ella gjaldast kontant. Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni, áðrenn kappingin byrjar.
© All Rights Reserved Mictech