Í vikuskiftinum 24. og 25. august varð felagsmeistarakappingin í slagspæli leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi, bæði á 18 holum og fyri seniorar, sum leika 9 hol frá reyðu útsláingarstøðunum. Leikt varð báðar dagarnar, so bólkarnir gingu ávíkavist 36 og 18 hol. Henda kappingin kann metast sum ein føroyameistarakapping.
Úrslitini gjørdust:
Vinnarar 9 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Janus Norðberg | 92 sløg |
2.pláss | Símun Mittún | 122 sløg |
3.pláss | Kaj Antoniussen | 122 sløg |
Vinnarar 18 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Líggjas Jógvansson | 169 sløg |
2.pláss | Palli Henriksen | 185 sløg |
3.pláss | Óskar Eiriksson | 186 sløg |
Vinnararnir fáa steyp til ognar.
Nevnast kann, at í 2023 brúkt Líggjas eisini 169 sløg, meðan Palli brúkti 181 og Óskar 182. So sigast kann, at teir eru sera støðugir. Hjá seniorunum brúkti Janus 93 sløg í 2023.
Eisini varð kappast um at vera næst holinum. Har vann Palli á holi 2/11 við 248 cm meðan Janus vann á holi 5/14 við 284 cm.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við úrslitunum!
© All Rights Reserved Mictech