Dunnukappingin

Ársins seinasta golfkapping varð leikt á vøllinum á Glyvursnesi í dag.

Kappingin verður skipað bæði sum 18 hol og sum 9 hol fyri seniorar. Tíverri lá tað ikki fyri hjá seniorunum at spæla í dag.

Kappingin, ið eisini verður nevnd Flaggspæl, er at líkna við slagspæl við fullum handikappi. Hvør leikari fær tilluta 72/36+HCP-sløg og eitt flagg. Endamálið er at leika so nógv hol sum gjørligt við teim tillutaðu sløgum. Tá síðsta slagið er brúkt verður flaggið sett har bólturin liggur, og er hettar úrslitið hjá viðkomandi í kappingini.

Vinnararnir gjørdust:

Vinnarir av Dunnukappingini
1. pláss Óli Edvard Olsen
2. pláss Palli Henriksen
3. pláss Óskar Eiriksson

Óli brúkti bert 83 sløg til tey 18 holini, tá hevði hann 6 sløg eftir, men tá Palli setti flaggið í 18. hol, var ikki neyðugt at spæla víðari. Óskar hev’i 2 sløg eftir, tá hann byrjaði á 18. holi,

Óskar var næst holinum á holi 2/11.

Hjartaliga til lukku, tit tríggir.

Tíðindabólkar
Tíðindabólkar