Fyrsta kappingin í golfárinum 2025 varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi í dag.
Kappingin varð skipað sum ein stablefordkapping við fullum handikappi. Kappingin er yvir 18 hol, tó kunnu limir, ið eru yvir 70 ár velja at spæla í eini 9 hol kapping.
Í kappingini yvir 18 hol, vóru 8 luttakarar:
Vinnarar 18 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Óli Olsen | 34 stig |
2.pláss | Rógvi K. Hansen | 30 stig |
3.pláss | Finn Jensen | 30 stig |
Í kappingini yvir 9 hol vóru 7 luttakarar:
Vinnarar 9 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Julius Johannesen | 22 stig |
2.pláss | Janus Norðberg | 17 stig |
3.pláss | Símun Mittún | 16 stig |
Tað lá tíverri ikki fyri hjá Janusi at støðga til uppgjørt varð.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við úrslitunum!
Næsta kappingin á skránni er Tinganes-kappingin, sum verður leikt 26. og 27. apríl.
© All Rights Reserved Mictech