Fyrsta kappingin í golfárinum 2024 varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi tann 23.mars.
Kappingin varð skipað sum ein stablefordkapping við ¾ handikappi. Kappingin er yvir 18 hol, tó kunnu limir, ið eru yvir 70 ár velja at spæla í eini 9 hol kapping.
Úrslitini gjørdust hesi:
Í kappingini yvir 18 hol, vóru 11 luttakarar:
Vinnarar 18 hol | |
---|---|
1. Óskar Eirikson | 31 stig |
2. Rógvi Mikkelsen | 24 stig |
3. Rógvi K. Hansen | 23 stig |
Í kappingini yvir 9 hol vóru 5 luttakarar:
Vinnarar 9 hol | |
---|---|
1. Páll Kjærbo | 15 stig |
2. Janus Norðberg | 14 stig |
3. Óli Jacobsen | 13 stig |
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við úrslitunum!
Næsta kappingin á skránni er Tinganes-kappingin, sum verður leikt 20. og 21. apríl.
© All Rights Reserved Mictech