Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra BYGMA OPEN 2024 kappingina, sum varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi í dag.
Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir einfalt, at tess færri sløg ein leikari brúkar, tess betur er úrslitið. Kappingin var í tveimum. Nakrir leikarar leiktu 18 hol, meðan leikarar, ið eru yvir 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Eisini vóru vinningar til teir spælarar ið vóru næstir holinum á holi 2/11 og á holi 4/15.
Tá talan er um eina OPEN-kapping merkir tað, at øll kunnu luttaka, ikki bert limirnir í Tórshavanar Golffelagi. Í dag luttóku tveir yrkisfótbóltsspælarar. Tað vísir seg, at fleiri yrkisleikarar í bæði hondbólti og í fótbólti spæla eisini golf.
Vinnararnir ið leiktu 18 hol
Vinnarar 18 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Rógvi Mikkelsen | 83 sløg |
2.pláss | Líggjas Jógvansson | 90 sløg |
3.pláss | Brandur Henriksson | 98 sløg |
Vinnararnir ið leiktu 9 hol
Vinnarar 9 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Janus Norðberg | 44 sløg |
2.pláss | Julius Johannesen | 52 sløg |
3.pláss | Kaj Antoniussen | 55 sløg |
Teir í vóru næstir holunum vóru
Næstir holinum vinnarar | ||
---|---|---|
Hol 2/11 | Palli Henriksen | 2,45 m |
Hol 5/14 | Rógvi Mikkelsen | 0,27 m |
Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Hilton Garden Inn Open, sum verður leikt í døgunum 29. og 30 juni. Henda kappingini er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjunum.
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku og takka BYGMA BALSLEV fyri stuðulin!
© All Rights Reserved Mictech