Bygma Open 2023

Komandi Leygardag, tann 17. juni kl. 9:00 verður Tórshavn Bygma Open (*) (**)

Talan er um eina OPEN kapping (fyrrv. Tórshavn Open) og er kappingin tískil opin fyri allar golfleikarar við góðkendum handikapp.

 

BYGMA-Balslev stuðlar kappingini við góðum vinningum til nr. 1, 2 og 3. bæði fyri 18 og 9 hol.

 

Í leikskránni 2023 stendur :
-Tórsh. Open v/ Bygma Balslev
-PRIX – Slagspæl uttan hcp.
-Ley. 17. Jun. – A (18) / B, K (9) – 09:00 / 11.00

 

Kappingin verður leikt sum slagspæl uttan handikapp, tó við mestu skoru ið er ásett at verða 5 yvir par á breytini smbr. reglu 21.2a.
Hettar merkir, at um sløgini á einum par-3 holi verða yvir 8, kann bólturin takast upp, og skriva verður 8 á viðkomandi holi. Somuleiðis er galdandi fyri par-4 og par-5 holini, her úrsliti í mesta lagi verður 9 ávikavist 10.

 

Veðurforsøgnin kundi ikki verið betri enn tað sama 🙂

 

Tilmeldingarfreistin er kl. 18.00 fríggjadagin t. 16. juni á:
Tilmelding
 Email  SMS
oli_edvardo@hotmail.com 255566
harald.ei@outlook.com 512141

 

Kostnaður: 100kr

 

(*)Kappingin verður framyvir bert leikt yvir 1 dag heldur enn 2 dagar.
(**)Tó verður broytt soleiðis at hon verður skipa sum 18-hols kapping sum vant, og 9-holskapping fyri seniorar.

 

Vinarliga
Kappingarleiðslan
Bygma stuðlar kappingini
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Bygma stuðlar kappingini