Í góðveðrinum í dag varð BYGMA-OPEN kappingin spæld á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Í vikuni varð ein stórur partur av teigi 1 og allir grønirnar væl slidnar, so tað var ein frægd at spæla golf í dag.
Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Eisini var kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur varð leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol.
BYGMA BALSLEV letur vinnarunum góðar vinningar.
Í kappingini, ið varð leikt yvir 18 hol, gjørdist úrslitið:
Vinnarar 18 hol | |
---|---|
1. Rógvi Mikkelsen | 86 sløg |
2. Líggjas Jógvanson | 86 sløg |
3. Oskar Eirikson | 90 sløg |
Nevnast skal, at Hans Pauli (Palli) Henriksen eisini nýtti 90 sløg til tey 18 holini. Tá tað stendur á jøvnum í eini slagkapping, vinnur tann leikarin, sum hevur tað hægra handikappið. Rógvi hevur 11,6 meðan Líggjas hevur 11,5. Óskar vann á Palla, tí hansara handikapp er 16,6, meðan Palli hevur 14,5.
Í kappingini, ið var leikt yvir 9 hol, gjørdist úrslitið:
Vinnarar 9 hol | |
---|---|
1. Páll Kjærbo | 90 sløg |
2. Janus Norðberg | 90 sløg |
Eisini í hesi kappingini varð neyðugt at hyggja at handikappinum hjá leikarunum, Páll hevur 22,1 meðan Janus hevur 18,0.
So sigast má, at hetta var ein sera jøvn kapping.
Tann 6. juli verða oyggjaleikirnir settir á Guernsey. Úr Føroyum luttaka Rógvi, Líggjas og Palli saman við Emil, sum er staddur uttanlands. Haraftrat umboðar Finngerð Sólbjørg Clark Føroyar á oyggjaleikunum. Tað er at fegnast um, at oyggjaleikaluttakararnir liggja millum bestu leikararnar í Føroyum.
Hjartaliga til lukku!
© All Rights Reserved Mictech