Í dag, sunnudagin 19. juni 2022, varð Bygma Open 2022-kappingin, sum eisini er úttøkukapping til Oyggjaleikirnar 2023, spæld á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Nakað av vindi var teir fyrstu 2 tímarnar, men síðani gjørdist dýrdarveður, so frálík líkindi vóru tá.
Tað vóru 13 luttakarar. Av hesum 13 eru tað 7, sum bjóða seg fram at umboða Føroyar í golf-ítróttini á Oyggjaleikunum næsta ár á Guernsey.
Tað er Bygma Balslev, sum hevur stuðla kappingini og hevur latið vinningar til 3 teir bestu spælararnar.
Vinnarar gjørdust:
Vinnarar | |
---|---|
Hans Pauli Henriksen | 82 |
Líggjas Jógvansson | 85 |
Wenzel Kamban | 86 |
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku við góðu úrslitunum.
© All Rights Reserved Mictech