Breytin

Ein náttúru perla

Eystanfyri Risastovu og í ein landsynning av Argjum, stingur Glyvursnes seg fram úr Argjalandinum. Hetta nesið, sum við sínum víða, slætta vølli, bergtekur við útsýni yvir høvuðstað Føroya og høga Húsafellið norðantil, er eisini karmur um eina, í heimshøpi, makaleysa golfbreyt. Níggju avbjóðandi hol og ein hugbindandi náttúra við Føroya flottasta grasi og einum felagshúsi har hugnin er í hásæti. 

Staðbundnar reglur.

 

Vallareyðkenningar

Hvítir pelar og hegnOut of bounce (OOB)
Reyðir pelarRevsiøki
Gulir pelarReytt revsiøki
Appelsingulir pelarFarvegur
Ómálaðir pelarTaskuøki

Viðmerking: Gul Tee 3 er partur av vøllinum innan fyri hvítu pelarnar, -tó bert tá hol 3 verður leikt.

Staðbundin regla nr.1:
-Er boltur ikki at finna ella OOB kann leikari velja, við 2 sektarsløgum, at droppa inn aftur smbr. E-5 (standard staðbundin regla). (Hettar er tó ikki galdandi í Meistaraskapinum, Slag- og Holspæl)

Staðbundin regla nr.2:
Á farvegi og green, -og bert her, kann leikari gera reglu 16.1a galdandi, og fáa lætta eftir reglu 16.1b.

Staðbundin regla nr.3:
-Verður bóltur ikki funnin, og vissa er fyri, at bóltur er sligin á farveg ið verður leiktur, kann annar leggjast smbr. reglu 16.1e. Er óvissa, verður víst til reglu 18.2.

Staðbundin regla nr.4:
-Er bólturin sjónliga sligin í stein/hellu á farvegi, kann hesin leggjast næst upprunaliga niðurslagnum.

Staðbundin regla nr.5:
-Á holi 3 er droppiøki við green, og skal hetta nýtast tá bóltur ikki verður funnin -undir treytunum omanfyri (at vissa er fyri, at bóltur er sligin á farveg) ella liggur í fjøruni niðan fyri green.

-Bóltur kann altíð leggjast mótvegis droppi.

Staðbundin regla nr.6:
-Øll Tee-støð á breytini eru at roknað sum forðingar, ið ikki kunnu flytast, og lætti fæst eftir reglu 16.1. Sama er galdandi fyri bingju við green 9, træbrýr og plastrør framman fyri green 5 ávikavist Tee 9.

Festur bóltur: Smbr. reglu 16.3.

Sekt fyri brót staðbundna reglu:
Holspæl – tapari av holi;
slagspæl – tvey sektarsløg.

Vert at vita

Hjálpitól: Smbr. reglu 4.3.a.

Taskuøkir: -Á holi 2, 3 og 9 eru av trygdarávum økir, avmerkt við ómálaðum træpelum, gjørd at seta golftaskur á. Heitt verður á leikarar at nýta hesi økir, og soleiðis kunna leikarar aftanfyri um ikki at sláa næsta slag.

-Leikarar á holi 8 skulu vísa varsemi um leikarar eru á Tee 9.

Farið væl um vøllin, leggið flag aftur og bøtið bóltmerkir á green við “pitchfork”

Score-kort