Leygardagin, tann 22. juli 2023 kl. 9.00, verður skipað fyri BankNordik Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.
Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis er ein liðkapping.
Spælt verður við fullum handikappi.
Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningar bæði verða latnir teimum trimum leikarunum, ið hava flest stablefordstig, og eisini tí leikaranum, sum hevur flest stablefordstig eftir teimum fyrstu 9 holunum.
Hóast kappingin er skipað sum ein stablefordkapping, har tað eru stigini og ikki sløgini sum telja, verður vinningur eisini latin tí leikaranum, ið brúkar fægst sløg til 18 hol. Umframt hetta verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, eins og aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.
Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa á eitt handikapp, ið er 54 ella lægri.
BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, ein ítróttagrein har fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður. BankNordik letur øllum luttakarunum eina eskju við BankNordik-bóltum.
Tey, ið hava áhuga at luttaka, kunnu melda til í seinasta lagi fríggjakvøldið tann 21. juli kl. 20.00.
Tilmelding | |
---|---|
SMS | |
jamonsson@gmail.com | 554713 |
Luttøkugjaldið er kr. 100,00, sum skal gjaldast í tøkum peningi ella flytast á kontu 9181-162.074.8 – kvittanin á telefonini verður víst kappingarleiðsluni.
© All Rights Reserved Mictech