BankNordik Open 2023 – úrslit

BankNordik Open 2023 varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi leygardagin tann 22.  juli.

BankNordik Open er onnur av opnu kappingunum, sum á hvørjum ári verða spældar á vøllinum hjá Tórshavnar Golffelagi.

Kappingin er skipað sum ein Stableford-kapping, ið merkir, at spælararnir fáa stig í mun til teirra handikapp. Ti er vinnarin ikki altíð tann spælari, ið brúkar fægst sløg, men tann, ið klárar seg best í mun til sítt handikapp.

Úrslitið gjørdist:

Vinnarar
1. Hans Eirik Jacobsen 40 stig
2. Finn Jensen 37 stig
3. Líggjas Jógvanson 35 stig

Líggjas Jógvansson var tann spælarin ið brúkti fægst sløg, hann kom runt við 86 sløgum.

Hans Eirik Jacobsen vann eisini kappingina um at hava flest stablefordstig á 9 teimum fyrstu holunum.

Á vinnandi liðnum, við flest stablefordstigum í miðal, vóru:

Vinnandi liði
Hans Eirik Jacobsen
Oskar Eiriksson
Líggjas Jógvanson

Sostatt vóru Hans Eirik Jacobsen og Líggjas Jógvansson mest heiðraðu leikararnar í BankNordik Open kappingini í ár.

Nýsetti stjórin í BankNordik, Turið Finnbogadóttir Arge, handaði vinnarunum virðislønirnar.

Vit takka BankNordik fyri stuðulin og ynskja vinnarunum til lukku!

BankNordik Open er stuðla av Føroya Banka
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
BankNordik Open er stuðla av Føroya Banka