BankNordik Open 2022

Formaðurin í Tórshavnar Golffelagi, Rógvi Mikkelsen, vann trygt BankNordik Open golfkappingina, ið varð leikt á Glyvurnesi leygardagin tann 23. juli.

BankNordik Open er onnur av opnu kappingunum, sum á hvørjum ári verða spældar á vøllinum hjá Tórshavnar Golffelagi.

Kappingin er skipað sum ein Stableford-kapping, ið merkir, at spælararnir fáa stig í mun til teirra handikapp. Ti er vinnarin ikki altíð tann spælari, ið brúkar fægst sløg, men tann, ið klárar seg best í mun til sítt handikapp.

Men hesaferð gjørdist spælarin við fægst sløgum samlaður vinnari. Tí umframt at fáa 45 Stableford-stig, brúkti Rógvi Mikkelsen einans 78 sløg upp á umfarið. Tað er einans seks sløg yvir par á breytini.

Nummar tvey gjørdist Mogens Brix við 40 stigum og nummar trý varð Bjarne Jørgensen við 37 stigum.

Mogens Brix varð annars tann, ið varð mest heiðraður eftir kappingina í dag, tí hann vann tær innløgdu kappingarnar. Hann varð tann leikarin, ið kláraði seg best á 9 teimum fyrstu holunum (23 stig), og hann lá nærmast holinum í útslagnum á øðrum holi. Hann var bert 265 eðsentimetrar frá holinum. Eisini var Mogens Brix á vinnandi liðnum saman við Rógva Mikkelsen og Bjarne Jørgensen.

Nýsetti stjórin í BankNordik, Heini Thomsen, handaði vinnarunum virðislønirnar.

Vit takka BankNordik fyri stuðulin og ynskja vinnarunum til lukku!

BankNordik hevur stuðla kappingini.
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
BankNordik hevur stuðla kappingini.