Ársins golfleikarar

Seinasta vikuskiftið var seinasta PRIX-kappingin í ár leikt. Í ár er fyrstu ferð, at PRIX-kappingin er í tveimum. Tann vanliga, har 18 hol verða leikt í øllum kappingunum og ein fyri seniorar. Tað eru leikarar, ið eru yvir 70 ár, og sum leika 9 hol frá reyðu útsláingarstøðunum.

 

Vinnararnir í PRIX-kappingunum gjørdust:

Prix vinnarir fyri úrvalsleikarar
1. Òskar Eirikson 4.850 stig
2. Líggjas Jógvansson 3.350 stig
3. Finn Jensen 2.900 stig

Fyri seniorar:

Prix vinnarir fyri seniorar
1. Janus Norðberg 2.100 stig
2. Sune Rasmussen 1.100 stig
3. Símun Mittún 800 stig

Øll úrslitini fyri kunnu síggjast her https://golf.fo/kappingar/?Prix18 og her https://golf.fo/kappingar/?Prix9

Vit ynskja Óskari og Janusi hjartaliga til lukku við heitunum sum “Ársins golfleikari” og “Ársins senior-golfleikari”!

Tíðindabólkar
Tíðindabólkar