Samband
Hvat kostar tað? (Greenfee)
Kostnaðurin fyri eina rundu av golf (18 hol) er 100.kr fyri hvønn leikara.
Hvar kann eg gjalda?
Gjaldast kann í húsinum hjá felagnum ella til ein lim, ið er á breytini.
Hvat kostar eitt limagjald?
Kostnaðir yvir limagjald kunnu síggjast her – Limaskapur
Skal eg bíleggja tíð?
Tað er ikki neyðugt at bíleggja tee-off tíð fyri bólkar færri enn 4 fólk.
Skulu bólkar bíleggja tíð?
Bólkar á fleiri enn 4 fólk skulu bíleggja tíð við at ringja til 294040 ella við at venda sær til ein nevndarlim.
Kann eg leiga golfsett?
Tórshavnar Golffelag hevur fleiri golfsett í kunnu leigast. Kostnaðurin fyri leigu av:
- Golfsettið og driving range 175,-kr.
- Golfsettið og 18 hol 195,-kr.
- Driving range bóltar 60,-kr.
Er breytin altíð opin?
Breytin á Glyvursnesi er altíð opin.
Skal eg hava eitt HCP fyri at spæla?
Tað er ikki neyðugt at hava eitt gildugt Hcp fyri at royna golf. Skal ein verða við í kappingum, skal ein tó hava eitt Hcp. Eitt gildugt Hcp kann fáast við at gerast limur í Tórshavnar Golffelag.
Hvussu nógv hol hevur golfbreytin?
Golfbreytin á glyvursnesið hevur 9 hol í verandi líki. Nýggja breytin kemur at hava 18 hol.
Hevur felagið ein venjara?
Nýbyrjarar kunnu seta seg í samband við Rógva Mikkelsen á tlf 294040. Pro venjari ùr Danmark kemur til Føroya árliga.