Komandi leygardag, tann 28. juni, verður árliga BYGMA-OPEN kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Kappingin verður skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 5/14.
Kappingin yvir 18 hol byrjar kl. 9.00. Kappingin yvir 9 hol byrjar kl. 11.00 í samráð við kappingarleiðsluna.
BYGMA BALSLEV ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið, tá spælt verður. BYGMA BALSLEV letur tí vinnarunum góðar vinningar.
Tá tað er ein opin kapping, kunnu allir golfleikarar, ið hava eitt handikapp upp á í mesta lagi 54, tekna seg til kappingina, og ikki bert limir í Tórshavnar Golffelag.
Luttakarar, ið ikki eru limir í Tórshavnar Golffelagi, gjalda kr. 50,00 í green-fee.
Dystargjaldið, ið er kr. 100,00, kann gjaldast kontant ella flytast
á kontu 6460-421.464.3 ella
á kontu 9181-162.074.8.
Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni áðrenn kappingin byrjar.
Tilmelding í seinasta lagi 27. juni kl. 18.00 á:
© All Rights Reserved Mictech