Góðu limir,
Tinganes-kappingin verður leikt tann 26.04.2025.
Fyri 18-hols leikarar (leikarar undir 70 ár) verður kappingin leikt í tveimum umførum yvir 2 dagar, og betra úrsliti á hvørjum holi 1 til 18 verður samantalt og ½ handikap frátrekt til endaliga úrslitið (netto skora). Fyrra dagin, leygardagin skulu øll 18 holini spælast, meðan leikarin sjálvur avgerð í hvønn mun leikt verður sunnudagin. Hægsta HCP. fyri luttøku er 54. Hesir leikararnir byrja kl. 9:00 báðar dagarnar
Fyri 9-hols leikarar (leikarar omanfyri 70 ár) verður kappingin leikt í tveimum umførum yvir 2 dagar, og betra úrsliti á hvørjum holi 1 til 9 verður samantalt og ½ handikap frátrekt til endaliga úrsliti (netto skora). Fyrra dagin, leygardagin skulu øll 9 holini spælast, meðan leikarin sjálvur avgerð í hvønn mun leikt verður sunnudagin. Hægsta HCP. fyri luttøku er 54. Hesir leikararnir byrja kl. 10:00 báðar dagarnar.
Leikt verður við hámarkskoru smbr. reglu 21.2a, ásett at verða 5 yvir PAR á breytini. Hettar merkir, at um sløgini á einum par-3 holi verða yvir 8, kann bólturin takast upp, og skriva verður 8 á viðkomandi holi. Somuleiðis er galdandi fyri par-4 og par-5 holini, her úrsliti í mesta lagi verður 9 ávikavist 10.
Dystargjaldið er kr. 100,00 sum kann flytast til:
Betri Banka á kontu 9181-162.074.8,
Føroya Banka á kontu 6460-421.464.3
ella gjaldast kontant.
Meldið til áðrenn fríggjadagin 25/4 kl. 18.00 á:
Golfbox,
teldupost til harald.ei@outlook.com ella jamonsson@gmail.com
ella
sms til 512141 ella 554713.
© All Rights Reserved Mictech