Tórshavnar Golffelag
Bjóðað verður til lima- og aðalfund í Tórshavnar Golffelagi fríggjadagin tann 21. mars 2025 kl. 17.00 á Hilton Garden Inn, Staravegur 13.
Eftir aðalfundin fáa vit ein góðan bita, okkurt at drekka afturvið og vónandi eina hugnaliga og góða byrjan upp á eitt hendingaríkt golfár.
Melda vinaliga til lima- og aðalfund á rogvim@gmail.com, og sig í sama telduposti frá, um tú ætlar at luttaka í hugnanum eftir aðalfundin.
Nevndin heitir á limir um at raðfesta hetta tiltakið høgt, so vit kunnu vísa áræði og samanhald í mun til felagið.
Tórshavn, tann 5. mars 2025
Vinaliga Nevndin
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 14. mars 2025 kl. 17.00.
Aðalfundurin verður hildin við hesi skrá, sbr. § 5 í viðtøkum felagsins:
© All Rights Reserved Mictech