The course is currently closed for non-members

Liðkapping Foursome 2023

Góðu limir.
Komandi leygardag, tann 03. juni kl. 9:00 verður liðkapping í Foursome.

Foursome:
Kapping har 2 leikarar eru eitt lið, sum spælir ímóti øðrum liði. Hvørt lið spælir við einum bólti,
sum spælararnir skiftast um at sláa. Annars spælarin slær út á ólíka holum og hin á líka holum.
Handikappini hjá liðfeløgunum verða løgd saman og býtt í 2, síðani rundað upp ella niður.

Fyri at fáa spælið at ganga skjótari, verður bólturin tikin upp tá liðið hevur sligið par + 5 sløg.
Tvs. á einum par 3-holi verður tikið upp, tá 8 sløg eru sligin, á par 4-holi, tá 9 sløg eru sligin
og á par 5-holi, tá 10 sløg eru sligin.

-Finn ein “makkara” og melda til hesa øðrvísi og áhugaverdu kapping.

Tilmeldingarfreistin er kl. 18.00 fríggjadagin tann 02. juni á:

Tilmelding
 Email  SMS
oli_edvardo@hotmail.com 255566
harald.ei@outlook.com 512141

Hartil skal nevnast at veðrið verður av tí allar besta til golf:

Við golfkvøðu

Óli & Harald

Tíðindabólkar
Tíðindabólkar