Góðu limir
Her kemur eitt sindur kunning um ymiskt sum gongur fyri seg.
1. Kappingarárið – PRIX
Í ár hava vit, saman við kappingarleiðsluni, tikið avgerðina um at gera tvær PRIX kappingar í senn. Ein fyri leikarar, ið spæla 9 hol, og eina fyri leikarar ið spæla 18 hol. Hetta fyri at tryggja, at PRIX kappingarúrslitini vera so eftirfarandi sum gjørligt. Treytirnar fyri at fáa PRIX stig til 9-hols PRIX kappingina er at man skal vera fyltur 70 ár.
2. Golfdagurin – 20. mai 2023
20. mai fara vit at spenna okkum út, og vísa okkum frá okkara bestu síðu. Vit hava gjørt av at halda “Golfdagin” sum eitt slag av “opin vøllur”-tiltaki, har øll áhugað eru vælkomin. Um veðrið loyvir tí, fara vit at grilla meðan vit hava ymiskar kappingar fyri almenningin at luttaka í. Vónandi hava tit hug at raðfesta hetta høgt, og sjálvi luttaka umframt at spjaða boðskapin til so nógv fólk sum gjørligt.
Í døgunum fram til 20. mai fara vit tí at royna at gera ein vørr úti á vøllinum og hava gjørt eitt samstarv við eitt ítróttarfelag um at hjálpa okkum við at klippa fairways. Til tað skulu vit brúka umleið 20 motordrivnar kantklipparar, so tit,sum hava ein slíkan, og hava hug at lána hann út til endamálið, sig mær frá. Tiltakið verður lýst nærri í einum øðrum skrivi.
3. Lembing 2023
Lembingin í 2023 er síðsta lembingini á økinum, sum golfvøllurin er á. Vit hava gjørt eina avtalu við Sjúrð Patursson, bónda, um at hann hevur frið at reka á økinum frá 07.00 – 09.00 hvønn dag, umframt frá 16.00 – 18.00 týsdag og fríggjadag til lembingin er av. Tað vilja vit heita á limir um at virða, tí hetta gevur okkum nógv meira golfspæl í mai enn undanfarin ár.
4. Viðlíkhald
Vit hava sett okkum fyri royna at klippa grønar í minsta lagið aðru hvørja viku og altíð upp til kappingar (Um veðrið loyvir tí). Til tað hava vit gjørt eina klippiætlan millum nevndarlimir og nakrir aðrar limir, men um onkur hevur hug at hjálpa til, sig so endiliga frá. Fyri at geva okkum tær best møguligu umstøðurnar at spæla, noyðast vit øll at taka eitt tak í tí dagliga. Tí vilja vit minna á at niðurslagshol á grønunum SKULU orðnast við einum pitch-fork. Man tekur í minsta lagið sítt egna niðurslagsmerki og uppaftur betri um man finnur eitt, sum onkur annar hevur gloymt at orðnað.
Dagføring: Golfvallarætlanin
Ætlanin gongur eftir sum hon skal. Edwin Roald og fólkini hjá honum eru væl á veg við tekningum og vænta at vit hava liðugt tilfar, at senda til útboð áðrenn summarfrítíðina. Mitt/síðst í mai fara vit at senda limum nýggjastu tekningarnar og enn eina dagføring um verkætlanina.
Gott kappingarár og góðan golfhug ynskja vit í nevndini.
© All Rights Reserved Mictech