Leygardagin tann 5. juli verður kappingin Hilton Garden Inn Open leikt á golfvølliunum á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum ein stablefordkapping við fullum handikappi. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 5/14.

Tey ið spæla 18 hol byrja kl. 9:00, meðan tey ið spæla 9 hol byrja kl. 11:00, í samráð við kappingarleiðsluna.

Hilton Garden Inn stuðlar kappingini og letur vinnarunum góðar vinningar. Á henda hátt ynskir Hilton Garden Inn ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið, tá spælt verður.

Kappingin er ein opin kapping sum merkir, at allir golfleikarar við einum handikappi í mesta lagi upp á 54,0 kunnu luttaka í kappingini, hóast teir ikki eru limir í Tórshavnar Golffelagi.

Luttakarar, ið ikki eru limir í Tórshavnar Golffelagi, gjalda kr. 50,00 í green-fee.

Dystargjaldið, ið er kr. 100,00, kann gjaldast kontant ella flytast

  • á kontu 6460-421.464.3 ella
  • á kontu 9181-162.074.8.

Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni áðrenn kappingin byrjar.

Tilmelding í seinasta lagi 4. juli kl. 18.00 á:

  1. Golfbox ella
  2. Hjá Haraldi: T-postur: harald.ei@outlook.com – sms: 512141,
  3. Hjá Jógvani: T-postur: jamonsson@gmail.com – sms: 554713
Kappingin er stuðla av Hilton Garden Inn
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Kappingin er stuðla av Hilton Garden Inn