Hilton Garden Inn Open 2025-úrslit

Kappingin Hilton Garden Inn Open 2025 varð leikt í góðveðrinum á Glyvursnesi í dag.

Kappingin varð skipað sum ein stablefordkapping við fullum handikappi. Eisini varð kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast varð eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 5/14.

Úrslitini gjørdust hesi:

Kappingin yvir 18 hol:

Vinnarar 18 hol
1.pláss Óskar Eiriksson 43 stig
2.pláss Emil Depont 39 stig
3.pláss Hans Eirik Jacobsen 39 stig

Av tí at Emil Dupont hevur lægri handikapp enn Hans Eirik Jacobsen, vinnur hann 2. plássið.

Vinnarar 9 hol:

Vinnarar 9 hol
1.pláss Óli Jacobsen 22 stig
2.pláss Suni Rasmussen 19 stig
3.pláss Janus Norðberg 17 stig

Næst holinum:

  • Á holi 2/11: Hans Eirik Jacobsen 73,5 cm
  • Á holi 5/14: Hans Eirki Jacobsen 184,5 cm

Hetta var ein sera góður dagur hjá Hans Eiriki Jacobsen!

Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku við úrslitunum!

Vit takka Hilton Garden Inn fyri stuðulin!

Hilton Garden Inn hevur stuðlað
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Hilton Garden Inn hevur stuðlað