Foursome-kapping 2025

Í góðveðrinum í morgun varð Foursome-kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

Kappingin er ein liðkapping, har tveir leikarar eru á hvørjum liði, sum skiftast um at sláa ein bólt. Kappingin er ein slagkapping, har 75% av meðalhandikappinum verður drigið frá samlaðu sløgunum hjá hvørjum liði. Tað liði sum tá hevur lægstu nettoskoru vinnur.

Úrslitini vóru hesi hjá trimum teimum bestu liðunum :

Vinnarar
1.pláss Óli Edvard Olsen & Bjarne Jørgensen 80.21 stig
2.pláss Óskar Eiriksson & Finn Larsen 83.31 stig
3.pláss Palli Henriksen & Líggjas Jógvansson 85.18 stig

Hesi liðini vóru næst holinum á 2/11 og 5/14:

  •       Á 2/11 – Páll Kjærbo & Eyðun av Reyni 400,10 cm
  •       Á 5/14 – Óli Edvard Olsen & Bjarne Jørgensen 181,00 cm

Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku.

Næsta kapping sambært leikskránni er BYGMA OPEN, sum verður leikt 28. juni.

Stuðla av
Tíðindabólkar
Tíðindabólkar
Stuðla av