Felagsmeistari í holspæl

Í vikuskiftinum 26. og 27. august varð felagsmeistarakappingin í holspæli leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi,  bæði á 18 holum og fyri seniorar, sum leika 9 hol frá reyðu útsláingarstøðunum. Tað eru 4 ella 8 teir fremstu leikararnir í slagspælkappingunum, sum kunnu vera við í holkappingunum. Tað lá tíverri ikki fyri hjá øllum leikarum, so tað vóru bert 4 í hvørjum bólkinum.

Úrslitini gjørdust hesi:

Fyri leikarar, ið leika 18 hol:

Vinnarar Ùrvalsspælarir
1. Pláss Líggjas Jógvansson
2. Pláss Òskar Eirikson

Fyri seniorar:

Vinnarar Seniorar
1. Pláss Janus Norðberg
2. Pláss Páll Kjærbo

Hjartaliga til lukku tit fýra!

Tað merkir, at Líggjas og Janus báðir vunnu bæði slagkappingina og holkappingina á sínum bólki.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við felagsmeistaraheitunum í báðum kappingunum.

Men samstundis er hetta eitt “wake-up call” til allar limirnar í felagnum um at taka kappingina upp við teir báðar.

Tíðindabólkar
Tíðindabólkar