BYGMA-Open 2025 varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi sunnudagin tann 29. juni.
Hóast tað var nakað av vindi, og luftin var tung, so gekk kappingin sera væl.
BYGMA BALSLEV ynskir við hesi kappingini at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið, tá spælt verður.
Vit takka BYGMA BALSLEV fyri stuðulin.
Úrslitini gjørdust hesi:
18 hol kappingin – stig:
Vinnarar 18 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Finn Jensen | 41 stig |
2.pláss | Líggjas Jógvansson | 38 stig |
3.pláss | Finn Larsen | 36 stig |
9 hol kappingin – stig:
Vinnarar 9 hol | ||
---|---|---|
1.pláss | Janus Norðberg | 20 stig |
2.pláss | LEyðun av Reyni | 16 stig |
3.pláss | Símun Mittún | 15 stig |
Eisini varð kappast um at vera næst holinum á par 3 teigunum.
Næst holinum á teigi 2/11:
Tilverri var ongin nóg nær holinum á teigi 5/14.
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku!
Næsta kapping, sum er HILTON OPEN 2025 verður leikt komandi leygardag – tann 5. juli.
© All Rights Reserved Mictech