Nevndin |
![]() |
![]() |
![]() |
Felagið er skipað við eini høvuðsnevnd og ymsum undirnevndum. Nevnd Tórshavnar Golffelag hevur dagligu leiðsluna av felagnum. 5 limir sita í nevndini, og limirnir eru valdir fyri 2 ár í senn. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara, kappingarleiðara og breytleiðara. Møguligt er hjá øllum fullgildigum limum felagsins at gerast nevndarlimir. Nevndin ásetur sjálv síni aðalmál, og í núverandi nevndarskeiði hevur nevndin set sær fyri at leggja lunnar undir nýggjan 18 hols golfvøll. Ynskja tygum at koma í samband við nevndina í Tórshavnar Golffelag, kunnu tygum senda ein teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it Nevndarlimir eru hesi og nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Formaður: Rógvi Mikkelsen
Næstformaður og skrivari: Janus Norðberg
Kassameistari: Ingi Samuelsen
Nevndarlimur: Hans Pauli (Palli) Henriksen - kappingarleiðari
Nevndarlimur: Bjarne Jørgensen
|