KORONA-ásetingar PDF Print E-mail
Written by Jógvan   
Týsdagur, 21 Apríl 2020 19:19

Korona-virus

Myndugleikarnir hava avgjørt at lata samfelagið spakuliga upp aftur,

Á ítróttarøkinum verður m.a. mælt til, at fótbóltskappingin kann byrja 9. mai, tó uttan áskoðarum.

Nevndin hevur tí avgjørt at broyta tilmælið frá 18. mars.

Frá komandi leygardegi – 25. apríl – mælir nevndin til, at:

- limirnir framhaldandi halda ásetingarnar um frástøðu

- spælast kann í 4-bóltum.

- flaggið skal standa í holinum.

Felagshúsini og skúrurin eru framvegis stongd. Venjingarbreytin kann brúkast, treytað av

at vant verður við egnum bóltum – skúrurin skal vera stongdur, tí kunnu vanligu venjingarbóltarnir ikki brúkast.

 

Minnast skal á, at spælast kann bert leygar-, sunnu- og halgidagar til kl. 13.00.

Kunning um kappingarnar í 2020 verður send limunum seinri, tó er avgjørt at bæði byrjanarkappingin

og holspælið er avlýstar. Viðvíkjandi Tinganes-kappingini er ógreitt í løtuni nær hon verður.

 
Mai 2020
M T M H F L S
27 28 29 30 1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
Heldur tú at kommunan skal fíggja nýggjan golfvøll?
 

byvejr_dag1.png