Lembingin og Korona-ásetingar PDF Print E-mail
Written by Dreiv   
Týsdagur, 14 Apríl 2020 16:44

Lembingin og korona-ásetingar

Nú nærkast tann ljósa tíðin, tá m.a. gásin kemur út við sínum ungum, ærnar lemba og

aðrir ungar koma í verðina. Fyri okkum golfleikarar merkir tað tíverri, at okkara

møguleikar at spæla golf á golfvøllinum á Glyvursnesi verða avmarkaðir til

leygar-, sunnu- og halgidagar til kl. 13.00 í tíðarskeinum 15/4 – 31/5.

Tað er til kl. 13.00 og ikki kl. 13.01!

Tær korona-ásetingarnar, sum nevndin sendi limunum tann 18. mars eru framvegis galdandi.

So skjótt myndugleikarnir ella ÍSF broyta síni tilmæli, verður støðan viðgjørd.

Àsetingarnar eru í stuttum hesar:

- Øll fráboðað tiltøk eru útsett

- Felagshúsini eru stongd

- Skúrurin er stongdur

- Venjingarbreytin er stongd

- Limir kunnu spæla einsamallir ella í mesta lagi 2 saman

- Halda frásøðu

- Tey, ið merkja tað allarminsta til krímlíknandi støðu – hosta ella annað,

skulu ikki koma út á vøllin

Tað merkir m.a., at ongin skal fara inn í felagshúsini ella skúrin. Orsøkin til at limir ikki

skulu fara inn í skúrin ella felagshúsini er tann, at um viðkomandi er smittaður, kann

 

virus hanga í tí ið rørt verður við, sum onnur so fáa á seg.

 

 

 

 

 
Mai 2020
M T M H F L S
27 28 29 30 1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
Heldur tú at kommunan skal fíggja nýggjan golfvøll?
 

mynd2.png