KORONA-virus PDF Print E-mail
Written by Jógvan   
Mikudagur, 18 Mars 2020 14:27

 

KORONA – virus

Nú hetta herviliga korona-virusið herjar, hava flest øll ítróttafeløg støðgað øllum

virksemi eftir áheitan frá ÍSF og almennu myndugleikunum.

Nevndin hevur avgjørt at útseta øll fráboðað tiltøk og at steingja venjingarbreytina

til tamarhald er fingið á støðuni, og myndugleikarnir broyta teirra áheitanir.

Samstundis, sum heitt verður á allar borgarar landsins um at vísa allarstørsta varsemi,

við millum øðrum at vera heima og bert fara út, tá tað er neyðugt, siga serfrøðingar,

at tað er frægari at vera úti enn inni, um man yvirheldur allar reinførisreglurnar,

og ikki er ov tætt saman við øðrum fólkum.

Nevndin vil tí heita á teir limir, sum fara út at spæla, at teir helst spæla einsamallir ella í mesta lagi 2 saman.

Samstundis verður heitt á allar limir felagsins um ikki at nýta felagshúsini og skúrin.

Annars skal minnast á tey ráð, sum eru givin viðvíkjandi reinføri og altíð hava frástøðu frá øðrum fólki.

Tey, ið merkja tað allaminsta til krímlíknandi støðu – hosta ella annað, skulu ikki koma út á vøllin!

 

 

Last Updated on Mikudagur, 18 Mars 2020 14:30
 
Mai 2020
M T M H F L S
27 28 29 30 1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
Heldur tú at kommunan skal fíggja nýggjan golfvøll?
 

byvejr_dag1.png