Limaskapur |
![]() |
![]() |
![]() |
Limagjald Aðalfundurin, ið hildin varð 7. mars 2020, samtykti, at limagjaldið í ár skal vera óbroytt í mun til undanfarin ár: Í løtunu eru umleið 100 limir í Tórshavnar Golffelagi og vantandi verður limatalið størri, tá ið farið verður undir at bygga nýgga vøllin. Einans spælarar, ið lúka altjóða treytirnar fyri at roknast fyri amatørar, kunnu gerast limir í Tórshavnar Golffelagi. Fyri at gerast limur skal ein skrivlig áheitan lætast nevndini. Møguleiki er fyri bæði aktivum og passivum limaskapi. [§ 2].
Heimalimir 10 ymiskir limabólkar eru: 1. Juniorar [undir 18 ár] 2. Ungseniorar [18 – 25 ár] 3. Seniorar [26 – 67 ár] 4. Pensionistar [yvir 67 ár] 5. Hjúnafelagar 6. Vikudagslimir 7. Limir, sum eru staddir uttanlands 8. Fyritøkur 9. Royndarlimir 10. Passivir limir Limaskapur er bindandi fyri eitt ár, og útmelding kann einans fara fram skrivliga til ein 1. januar. Tvs., at felagsárið er álmanakkaárið. Kostnaðurin fyri einstaklingar er kr. 1.500 um árið, meðan hjún gjalda kr. 1.300 um árið hvør. Kostnaðurin fyri hinar limabólkarnar verður útroknaður við støði í kostnaðinum fyri einstaklingar sí § 3.
Uttanlandslimir Somu rættindi eru galdandi fyri uttanlandslimir og limir annars. Eina ferð um árið verður lima- og handikappkorti dagført. |