Staðbundnar reglur 2020 |
![]() |
![]() |
![]() |
- Staðbundnar reglur 2019-2020 - Vallarmørk: Øll hegn/hvítir pelar kring vøllin eru OOB. Gul Tee 3 er partur av vøllinum innan fyri hvítu pelarnar, -tó bert tá hol 3 verður leikt. -Er boltur ikki at finna ella OOB kann leikari velja, við 2 sektarsløgum, at droppa inn aftur smbr. E-5 (standard staðbundin regla). (Hettar er tó ikki galdandi í Meistaraskapinum, Slag- og Holspæl) Revsiøki: (Áður: Vatnforðingar/hazards) markað við reyðum ella gulum pelum, eru at rokna sum reyð revsøki (t.v.s. eisini sleppa/droppa/leggja bólt til síðis). Farvegir: Markaðir við appelsingulum (orange) pelum, greenir íroknaðar. Á farvegi og green, -og bert her, kann leikari gera reglu 16.1a galdandi, og fáa lætta eftir reglu 16.1b. -Er bólturin sjónliga sligin í stein/hellu á farvegi, kann hesin leggjast næst upprunaliga niðurslagnum. -Á holi 3 er droppiøki við green, og skal hetta nýtast tá bóltur ikki verður funnin -undir treytunum omanfyri (at vissa er fyri, at bóltur er sligin á farveg) ella liggur í fjøruni niðan fyri green. -Bóltur kann altíð leggjast mótvegis droppi. Tee v.m.: Øll Tee-støð á breytini eru at roknað sum forðingar, ið ikki kunnu flytast, og lætti fæst eftir reglu 16.1. Sama er galdandi fyri bingju við green 9, træbrýr og plastrør framman fyri green 5 ávikavist Tee 9.
Festur bóltur: Smbr. reglu 16.3. Hjálpitól: Smbr. reglu 4.3.a.
Sekt fyri brót staðbundna reglu: Holspæl – tapari av holi; slagspæl – tvey sektarsløg. Taskuøkir: -Á holi 2, 3 og 9 eru av trygdarávum økir, avmerkt við ómálaðum træpelum, gjørd at seta golftaskur á. Heitt verður á leikarar at nýta hesi økir, og soleiðis kunna leikarar aftanfyri um ikki at sláa næsta slag. -Leikarar á holi 8 skulu vísa varsemi um leikarar eru á Tee 9.
Farið væl um vøllin, leggið flag aftur og bøtið bóltmerkir á green við "pitchfork"
-GÓÐAN TÚR.....
|