Limaskapur PDF Print E-mail
Written by Tórur Feilberg Zachariasen   
Sunnudagur, 30 Januar 2011 16:29

Limagjald

Aðalfundurin, ið hildin varð 11. Mars 2017, samtykti, at limagjaldið í ár skal vera óbroytt í mun til undanfarin ár:

Vanligt limagjald (senior) kr. 1.500,-
Ungdómur 18-25 ár (og lesandi uttanlands, sum spæla golf í sambandi við frítíð í Føroyum): kr. 500,-
Juniorar upp til 18 ár: kr. 100,-
Hjúnafelagar: kr. 1.300,-
Pensjónistar oman fyri 67 ár: kr. 900,-
Pensjónistahjún: kr. 500,-
Uttanlandslimir: kr. 1.000,-
Hvílandi limir: kr. 150,-

Gjørt verður vart við, at goldið limagjald er treyt fyri at kunna spæla á golfbreytini á Glyvursnesi.

Tit verða biðin um skjótast møguligt at rinda limajgaldið fyri 2017 á kontu golffelagsins í Betri Banka:
9181 - 162 074 8

Í løtinu eru umleið 150 limir í Tórshavnar Golfklubba og vantandi verður limatalið størri, tá ið farið verður undir at bygga nýgga vøllin.

Einans spælarar, ið lúka altjóða treytirnar fyri at roknast fyri amatørar, kunnu gerast limir í Tórshavnar Golfklubba. Fyri at gerast limur skal ein skrivlig áheitan lætast nevndini. Møguleiki er fyri bæði aktivum og passivum limaskapi. [§ 2].

 

Heimalimir

10 ymiskir limabólkar eru:

1. Juniorar [undir 18 ár]

2. Ungseniorar [18 – 25 ár]

3. Seniorar [26 – 67 ár]

4. Pensionistar [yvir 67 ár]

5. Hjúnafelagar

6. Vikudagslimir

7. Limir, sum eru staddir uttanlands

8. Fyritøkur

9. Royndarlimir

10. Passivir limir

Limaskapur er bindandi fyri eitt ár, og útmeldan kann einans fara fram skrivliga til ein 1. oktobur. Tvs., at klubbárið er frá 1. oktober til 30. september. Kostnaðurin fyri einstaklingar er kr. 1500 um árið, meðan hjún gjalda kr. 1300 um árið hvør. Kostnaðurin fyri hinar limabólkarnar verður útroknaður við støði í kostnaðinum fyri einstaklingar sí § 3.

 

Uttanlandalimir

Somu rættindi eru galdandi fyri uttanlandalimir og limir annars. Eina ferð um árið verða lima- og handicapkorti dagført.

Last Updated on Mikudagur, 05 Apríl 2017 16:21
 
Juni 2019
M T M H F L S
27 28 29 30 31 1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
Heldur tú at kommunan skal fíggja nýggjan golfvøll?
 

byvejr_dag1.png